• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Spiken er spildurnýtt skip í FAS

Svenska Thunbolaget hevur aftur valt at skráseta ein nýbygningí FAS. Talan er um plug-in hybrid farmaskipið Spiken, sum er 2926 BT til støddar. Hetta er sama slag av skipi sum Lidan, sum varð skrásett í FAS 30. september í ár.

Hybrid-skipanin er eitt battarí, sum minkar um brúkið av hjálpimotorum og minkar munandi um útlátið. Hybrid-skipanin ger tað eisini møguligt at minka munandi um larm, tá skipið liggur við bryggju.

Skipið lastar 5.100 DWT.

Vit ynskja Spiken vælkomnum í FAS!