Sjóvinnustýrið hevur dagført oyðubløðini til fráboðan av vanlukkum umborð á føroyskum skipum. Har vit fyrr høvdu fimm oyðubløð býtt upp í fimm sløg av tilburðum, hava vit nú bert tvey oyðubløð, sum eru býtt upp í ávikavist skaða á persónar og skaða á skip.
Nýggju oyðubløðini hava fleiri upplýsingar at fylla út, og geva hesar upplýsingar Sjóvinnustýrinum betri grundarlag at lýsa vanlukkur og betra um trygdina á sjónum. Tað verður tó eisini lættari hjá skiparanum at fylla skølini út, tí tey eru talgild og kunnu avgreiðast skjótt og væl á telduni.
Sí oyðubløðini her:
Oyðublað fyri fráboðan av arbeiðsóhappum hjá sjófólki
Oyðublað fyri vanlukkur og óhapp
Les meira um fráboðan av skaðum og vanlukkum her.