• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Minst til at endurnýggja bunkers- CLC- Athen- og vrakcertifikat

BUNKERS- CLC- ATHEN- OG VRAKCERTIFIKAT

Til ber  at søkja um nevndu certifikat hjá øllum flaggstatum, sum hava tikið undir við hesum sáttmálum. Niðanfyri eru leinki til umsókn á  heimasíðuni  hjá  Søfartsstyrelsen– sí leinki

Bunkercertifikat: Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkerváttan umborð. Váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av bunkerolju.

Talgild Umsókn um Bunkercertifikat

CLC-certikfikat: Øll tangaskip yvir 2000 BT skulu hava CLC-certifikat. CLC-váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av oljulastini.

Talgild Umsókn um CLC-certifikat

Vrakcertifikat: Nairobisáttmálin krevur, at skip til støddar 300 BT ella meira, sum sigla til ella frá londum, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu hava váttan/sertifikat umborð, sum vísir, at tey hava trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd, fyri burturbeinan av skipsvraki.

Talgild Umsókn um Vrakcertifikat

Athencertifikat: Galdandi fyri ferðafólkaskip í altjóða sigling. Váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri ferðafólkum og teirra viðføri í ferðafólkasigling.

Talgild Umsókn um Athencertifikat