• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Løgfrøðingur til Sjóvinnustýrið

13-03-2026

Sjóvinnustýrið søkir eftir dugnaligum løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð innan sjóvinnuøkið, so er hetta kanska eitt starv fyri teg.

Starvsøki 

Starvið er mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar á stovninum.

Starvið fevnir í stóran mun um at ráðgeva og vegleiða leiðsluni og starvsfólkunum í ymiskum løgfrøðiligum viðurskiftum, ið fevna um ábyrgdarøki stovnsins, eins og at smíða lógir og kunngerðir og gera aðrar viðkomandi uppgávur fyri aðalráðið.

Ein partur av hesi uppgávu er at umboða Føroyar í altjóða sjóferðslufelagsskapinum hjá ST, International Maritime Organisation (IMO), ið hevur høvuðssæti í London. Sjóvinnustýrið samskipar føroysku luttøkuna í arbeiðinum í IMO og samskiftir við aðrar altjóða stovnar og felagsskapir, ið arbeiða við trygd á sjónum. Sjóvinnustýrið hevur eisini ein samskipandi leiklut mótvegis øðrum almennum stovnum og áhugabólkum soleiðis, at hesi verða kunnaði um virksemið, sum fer fram í IMO.

Vit bjóða 

Eitt fakliga spennandi og avbjóðandi starv, har tú sjálv/ur í stóran mun hevur ávirkan á tínar uppgávur. Sjóvinnustýrið er eitt gott og spennandi arbeiðspláss, har starvsfólkamenning og -trivnaður eru høgt í metum.

Vit vænta at 

  • tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.) ella ert um at gerast liðug/ur
  • tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur
  • tú trívist í fjølbroyttum umhvørvi við ymiskum fakbólkum
  • tær dámar at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum
  • tú ert opin og positiv/ur av lyndi
  • tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendskum.

Setanarviðurskifti 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið.

Umsóknir 

Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. mars 2026 kl. 12.00. Nærri kunning fæst við at venda tær til Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðara, á tlf. 355600.

Søk starvið á hesum leinki

 

Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.

Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Meira fæst at vita um Sjóvinnustýrið á www.fma.fo