Kunngerð um luftdálking frá skipum er nú lýst.
Talan er um altjóða lóggávu, sum nú verður sett í verk í Føroyum. Tó ásetur kunngerðin nøkur serføroysk krøv, sum eru lýst í § 6:
§ 6. Innihaldið av svávuli, sum verður brúkt umborð á skipum og havstøðum, sum liggja við bryggju í føroyskari havn ella fyri akker nærri enn tveir fjórðingar úr landi, skal vera í mesta lagi 0,10 vekt %.
Stk. 2. Skip skulu skjótast gjørligt, aftan á, at tey hava lagt at bryggju ella kastað akker, og so stutt sum gjørligt áðrenn fráferð, brúka brenniolju, sum lúka krøvini í stk. 1.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri skip í fastari rutu, sum liggja við bryggju styttri enn tveir tímar.
Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er lýst men stk. 2 Í § 6 kemur 1 juli í 2018.