• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Hvat er skipaskráseting ?

Arbeiðsuppgávurnar á Skipaskrásetingini kunnu samanberast við tinglýsing av fastari ogn. Tá skipið er skrásett í Føroya Skipaskráseting ella Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini FAS, er tað at meta sum føroysk ogn. Skipið er undir føroyskari lóggávu og fær rætt til at føra Merkið.

Í Føroya Skipaskráseting og Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini ber til at skráseta ognarheimildir, pantirættindi, brúksrættindi og onnur rættindi. Skrásett pant hevur sama virknað, sum tá ið pant verður skrásett í fastari ogn á landi.

Teyggjan - nýggj heimasíða við føroyskum skipaskrásetingum
Saman við Fiskivinnustovuni, ið umsitur fiskiloyvi, er gjørdur nýggjur felags dátugrunnur "Teyggjan", sum umfatar øll før skrásett í føroysku skipaskrásetingini og FAS. Sostatt verða allar neyðugar upplýsingar um skip og bátar skrásettar í einari skipan og á einum staði.