Vakttelefonin hjá Sjóvinnustýrinum hevur telefonnummar +298 333 198
- Til ber altíð hjá reiðarum og myndugleikum at fáa fatur á Sjóvinnustýrinum
- Sjóvinnustýrið skal hava fráboðan, tá vanlukkur henda á sjónum.
- Eisini er krav, at klassafeløgini fáa fatur á Sjóvinnustýrinum alt samdøgrið.
- ISPS-kodan krevur, at skip og reiðarí kunnu seta seg í samband við flaggmyndugleikan alt samdøgrið.
- FAS-skip, sum hava avbjóðingar uttanlands eiga at boða Sjóvinnustýrinum frá avbjóðingum og trupulleikum beinanvegin, so sleppast kann undan afturhaldi.
GG: Vakttelefonin skal ikki nýtast til umbønir viðvíkjandi manning, so sum sjóvinnubrøv ella viðurkenningarprógv. Slíkar umbønir verða avgreiddar í vanligari avgreiðslutíð hjá Sjóvinnustýrinum.