Førleikar og manningarásetan
Sjóvinnustýrið hevur sett í gildi krøv um manningarásetan, útbúgving, prógv og skeið fyri sigling, sum er liður í vinnuligum virksemi, við upp í 12 ferðafólkum í strandarsigling við vinnuførum og fiskiførum, træskipum og skipum, sum verða drivin uttan maskinorku, og sum eru minni enn 20 bruttotons til støddar.
Tað er stórur munur á útbúgvingar- og førleikakrøvunum og manningarásetanini til før við einum dimensiónstali upp á 20 ella meira í mun til før við einum dimensiónstali undir 20.
Meira kunning fæst í galdandi kunngerð nr. 102 frá 9. juli 2019 um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp í 12 ferðafólkum.