Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn, maskinyvirmenn, radiopassarar (GOC), skipselektrikarar og leiðaraprógv til tangaskip hava eina gildistíð á 5 ár og skulu sostatt endurnýggjast 5. hvørt ár. Fyri at endurnýggja sjóvinnubrævið krevst, at tú hevur viðlíkahildið førleikar tínar við at sigla í viðkomandi starvi við havfarandi skipum í minsta lagi:
- 1 ár tey seinastu 5 árini, ella
- 3 mánaðir teir seinastu 6 mánaðirnar, áðrenn endurnýggjan av sjóvinnubrævinum
Møguligt er at søkja um endurnýggjan upp til hálvt ár, áðrenn sjóvinnubrævið gongur út. Sjóvinnustýrið mælir altíð til, at søkt verður í góðari tíð.
Lýkur tú ikki treytirnar um siglingartíð, kann vinnubrævið endurnýggjast, um:
- Tú hevur luttikið á endurnýggjanarskeiði (Avvarðandi skúli skipar fyri hesum skeiðum),
- Tú hevur gjørt arbeiði, ið Sjóvinnustýrið metir, kann javnsetast við kravið um siglingartíð, ella
Afturat møguleikunum omanfyri hava sjófólk møguleika at fáa útskrivað sjóvinnubræv á lægri stigi fyri síðani at sigla í hesum starvi í 3 mánaðir seinastu 6 mánaðirnar. Hetta tíðarskeið verður roknað frá tí, at Sjóvinnustýrið móttekur umsóknina um uppstigan. Eftir hetta kann sjóvinnubrævið endurnýggjast til tað stigið, ið viðkomandi hevði áðrenn.
Tú søkir um sjóvinnubræv, førleikaprógv og endurnýggjan á okkara online skipan.