• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Sjúka og vanlukkur

VANLUKKUR UMBORÐ

Sjóvinnustýrið kannar vanlukkur, óhapp og álvarsligan fólkaskaða á sjónum.

Endamálið við kanningini er at útvega upplýsingar um slíkar hendingar og greina tilgongd og orsøkir. Hetta arbeiði verður gjørt til tess, at Sjóvinnustýrið kann gera tilráðingar, broytingar og nýggjar reglur í lóggávu, ið eru við til at tryggja, at slíkar hendingar ikki koma fyri aftur.

Kanningarnar, ið Sjóvinnustýrið ger í slíkum føri, eru við til at fremja trygdina á sjónum og hava onga ávirkan á møguligar revsirættarligar- ella endurgjaldsspurningar í sambandi við sjálva hendingina.

Starvsfólkini hjá Sjóvinnustýrinum og onnur, ið taka lut í kanningum, hava tagnarskyldu í øllum málum um vanlukkur og óhapp á sjónum, meðan málið verður kannað.

Fráboðanarskylda
Tá óhapp henda, skal skiparin ella reiðarin boða Sjóvinnustýrinum frá hesum skjótast til ber. Í sambandi við fráboðanina, skulu viðkomandi oyðubløð fyllast út og sendast Sjóvinnustýrinum:

Vakttelefonin hjá Sjóvinnustýrinum hevur nr.: +298 333198