MARPOL
Ásetingarnar í MARPOL-sáttmálanum eru tiknar við í føroyska lóggávu við løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum og løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum. Í kunngerðum til havumhvørvislógina og fráboðanum frá Skipaeftirlitinum eru nærri reglur lýstar.
Høvuðsreglan er, at tær almennu ásetingarnar um útlát eru heimilaðar í havumhvørvislógini saman við kunngerðum, sum Umhvørvisstovan umsitur, meðan teknisk krøv til útbúnað og skipanir umborð á skipum, undir hesum krav um skráseting í dagbók, eru heimilaðar í lógini um trygd á sjónum, sum Sjóvinnustýrið umsitur. Teknisk krøv til útbúnað um borð á skipum eru at finna í viðkomandi kapitlum í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B, D, E ella F.
MARPOL-sáttmálin ásetur, at øll skip 400 brutto tons og størri, umframt oljutangaskip 150 bruttotons og størri, sum eru í altjóða sigling, koma undir ásetingarnar í sáttmálanum og skulu hava kravd loyvisbrøv (sertifikatir). Tá talan er um bann móti útláti av olju, burturkasti ella kloakkspillvatni, eru reglurnar galdandi fyri øll skip og flótandi eindir.
Í føroyskari lóggávu eru flestu ásetingarnar í MARPOL-sáttmálanum eisini galdandi fyri skip undir 400 bruttotons.
MARPOL-sáttmálin hevur hesi fylgisskjøl - nevnd niðanfyri - og skulu tey verða tøk í bókaútgávu á reiðarískrivstovum og umborð á øllum skipum.
Fylgisskjal I: Fyribyrging móti dálking frá olju
Fylgisskjal II: Dálking frá skaðiligum flótandi evnum í bulk
Fylgisskjal III: Dálking frá skaðiligum evnum avskipað í pakkaðum formi
Fylgisskjal IV: Dálking frá kloakkspillivatni frá skipum
Fylgisskjal V: Dálking frá burturkasti frá skipum
Fylgisskjal VI: Luftdálking frá skipum