KLOAKKSPILLIVATN Kunngerð nr. 123 frá 25. november 2005 um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø., sum broytt við kunngerð nr. 131 frá 18. september 2017, hevur m.a. hesar ásetingar: Skip 400 bruttotons og størri ella góðkend til fleiri enn 15 fólk:
Hetta er ikki galdandi fyri skip, sum einans sigla innanoyggja í Føroyum. Hesi skip kunnu burturbeina óviðgjørt kloakkspillivatn. Burturbeiningin skal gerast so langt úr landi, sum siglingarleiðin loyvir tí, og í minsta lagi hálvan fjórðing úr landi og hálvan fjórðing frá aliøkjum. Eftir 1. juni 2020 er bannað at burturbeina kloakkspillivatn sambært stk. 1, sum ikki er malið og sóttreinsað.” Skip og bátar minni enn 400 bruttotons og ikki yvir 15 fólk umborð: Bátar, sum eru fevndir av fráboðan F (vinnufør undir 15 m), kunnu góðkennast við turr closetti um so er, at tað vegna plásstrot ikki letur seg gera at seta WC-skipan upp umborð. Alibátar, sum í dagligum rakstri bert verða brúktir við ávíst alibrúki, kunnu eisini góðkennast við turr closetti. Er skaði hendur á skip, ella skip og fólk eru í vanda, er loyvt at víkja frá reglunum, sb. grein 6 í omanfyri nevndu kunngerð. Tey teknisku krøvini til kloakkspillivatnsskipanir umborð og krøv til stødd á goymslutanga finnast í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B, D, E ella F í kapitlum um kloakkspillivatn. Fyri øll onnur skip skulu WC førast til kloakktanga, uttan mun til hvat slag av WC innlegging verður brúkt. |