• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Bunker- og CLC-váttan

BUNKERVÁTTAN OG CLC-VÁTTAN

Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkerváttan umborð. Harumframt skulu øll tangaskip yvir 2000 tons til støddar eisini hava eina CLC-váttan.

Frumskjølini skulu vera til taks umborð á skipinum, annars verður skipið afturhildið undir havnaeftirliti.

Bunkerváttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir fulna fyri oljudálking, sum stendst av bunkerolju. CLC-váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir fulna fyri oljudálking, sum stendst av oljulastini.

Bunkerváttanir og CLC-váttanir skulu endurnýggjast hvørt ár og mælt verður til at umbiða váttanirnar í góðari tíð.

Leggið til merkis: Freistin at umbiða Bunkerváttan og CLC-váttan er 20. februar.

Til ber at umbiðja hesi skjøl frá øllum flaggstatum, sum hava tikið undir við hesum sáttmálum.

Her er leinki til talgilda umsókn umvegis heimasíðuna hjá Søfartsstyrelsen.