BOTNMÁLING (ANTI FOULING SYSTEM - AFS)
Reglurnar um bann móti nýtslu av botnmáling, sum inniheldur Tributyltin (TBT), stava frá International Convention on the Control of Harmful Anti-fouling System on Ships, AFS-sáttmálanum.
Ikki er loyvt skipum, hvørs botnur er málaður við Anti-fouling, sum inniheldur Tributyltin (TBT) at koma í ES havn. Bannið er lýst við ES fyriskipan EC regulativ No. 782/2003 frá 14. apríl 2003.
Skip, ið eru til støddar 24 metrar og longri, men undir 400 bruttotons, sum eru í altjóða sigling og/ella ætlandi koma í ES havn:
Ein váttan skal fyriliggja frá reiðara ella umboðsmanni um, at botnmálingin ikki inniheldur TBT. Oyðublað: Declaration on Anti-Fouling System for Ships. Saman við váttanini skulu vera neyðugar upplýsingar frá veitaranum av málingini um slag av máling og hvat hon inniheldur, t.d. kvittan ella rokning.
Skip 400 bruttotons og størri, sum eru í altjóða sigling og/ella ætlandi koma í ES havn:
Áðrenn sigliloyvi er givið skipinum, annaðhvørt sum nýbygt ella áðrenn altjóða AFS-sertifikatiið verður givið fyrstu ferð, skal botnurin sýnast. Sama er galdandi, um botnmálingin verður broytt til annað slag. Klassin fremur hetta eftirlitið og veitir skipinum altjóða AFS-sertifikat.