Løgtingslóg um trygd á sjónum hevur ásetingar um, at øll skip, eisini smærri før, skulu vera smíðað, útgjørd og rikin soleiðis, at mannalív á sjónum eru tryggjað á bestan hátt, og við atliti til ta nýtslu, skipið til eina og hvørja tíð er ætlað.
Nærri ásetingar um krøv til tey ymisku skipasløgini eru at finna í teknisku reglunum frá Sjóvinnustýrinum.
Í høvuðsheitum kunnu ásetingarnar býtast upp soleiðis:
Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B: Ferðamannaskip í altjóða sigling, handilsskip 15 metrar og longr,i umframt stuttleikaskip 24 metrar og longri
Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum D: Ferðamannaskip í innanoyggja sigling
Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E: Fiskiskip 15 metrar og longri
Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F: Vinnufør undir 15 metra longd
Afturat hesum eru tekniskar fyriskipanir galdandi fyri skip og før, sum ikki koma undir ein av omanfyri nevndu bólkum, umframt at uppaftur aðrar smærri fyriskipanir við meira almennum innihaldi eru galdandi fyri fleiri skipabólkar undir einum, t.d. reglur um larm umborð á skipum, reglur um lyfti- og lossiútgerð v.m.
Um so er, at tað fyri smærri før ikki eru givnar tekniskar reglur sambært fráboðan frá Sjóvinnustýrinum er lógin um trygd á sjónum galdandi við teimum ásetingum, sum nevndar eru omanfyri.
Tær teknisku reglurnar fevna um fleiri ringbind av teksti. Í hesum eru ásetingar um byggikrøv, brunatrygd, stabilitet, bjargingar-útgerð, radioútgerð, útgerð móti dálking, sýn av skipum v.m.
Umframt tekniskar ásetingar frá Sjóvinnustýrinum verða tekniskar reglur frá klassafeløgunum, t.d. frá Det Norske Veritas, Bureau Veritas og Lloyd's Register brúktar í sambandi við bygging og við ravmagns- og maskinútbúnað á skipum.