• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Fiskiskip og bátar

SÝN

Sambært løgtingslóg um trygd á sjónum skulu skip verða sýnað av Sjóvinnustýrinum ella teimum, sum landsstýrismaðurin heimilar til tess.

Sýnað verður í høvuðsheitum eftir hesari fyriskipan:

  1. Fyrsta sýn í sambandi við, at nýbygt, munandi umbygt ella innflutt skip verður sett í ferðslu,
  2. Regluligt sýn við tíðarvissum millumbilum eftir nærri ásetingum og
  3. Eykasýn, sum umstøður krevja

Í teknisku ásetingunum frá Sjóvinnustýrinum er nærri lýst, hvussu sýn verða fyriskipað, alt eftir hvat skipið skal brúkast til og hvar tað skal sigla.

Sambært lógini skal reiðarin syrgja fyri, at skipið verður sýnað sambært galdandi reglum og, at gyldug loyvisbrøv eru tøk. Sýn, sum skal fremjast av Sjóvinnustýrinum, kann umbiðjast við at venda sær til Sjóvinnustýrið á tlf. 35 56 00 ella í telduposti til fma@fma.fo.

Vinnufør undir 15 metrar

Tá báturin er góðkendur hevur bátaeigarin ábyrgdina av, at farið altíð er í sjódyggum standi. Sjóvinnustýrið áleggur bátaeigarum at brúka hesar kekklistar til endamálið.

Kekklisti: at brúka árliga

Kekklistin skal tryggja, at útvald trygdarkrøv verða eftirkannað regluliga í tíðarskeiðinum millum høvuðssýnini. Hesin kekklisti skal altíð vera umborð á farinum og eftir umbøn vísast fram fyri eftirlitsmyndugleikanum.