• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Fráboða skaða ella vanlukku

Fráboðanarskylda
Tá óhapp, hendingar ella andlát henda um borð á føroyskum skipi ella útlendskum skipi í føroyskum sjóøki, skal skiparin ella reiðarin beinanvegin boða Sjóvinnustýrinum frá hesum á telefon 35 56 00.

Hetta fevnir millum annað um støður, har:

  • ein persónur er farin fyri borð, hevur fingið álvarsligan skaða ella er deyður,
  • skipið er vorðið ómanøvruført, hevur tikið í botn ella hevur verið fyri samanstoyti, ásigling, eldi, spreinging, leka, slagsíðu, er koppað, gingið burtur ella er evakuerað,
  • materiellur skaði er komin á eitt skip ella havnarkervi uttan fyri skipið, sum kann hava við sær álvarsligan vanda fyri trygdina,
  • álvarsligur umhvørvisskaði er hendur orsakað av skaða á einum ella fleiri skipum, ella vandi hevur verið fyri slíkum skaða, ella
  •  ítøkiligur vandi hevur verið fyri sjóvanlukku, til dømis vandi fyri samanstoyti, grunnstoyting, eldi ella ásigling í sambandi við raksturin av skipinum.

Harumframt skal skiparin sum skjótast og í seinasta lagi 9 dagar eftir fyrsta fráverudag við oyðublaði boða Sjóvinnustýrinum frá arbeiðsvanlukku ella eitran, um hetta hevur havt við sær, at tann skaddi:

  • er deyður,
  • hevur verið burtur frá sínum vanliga arbeiði longur enn sjálvan skaðadagin, ella
  • ikki hevur verið førur fyri at røkt sítt vanliga arbeiði í ein dag ella meira, umframt dagin tá skaðin hendi.

Fráboðanar verða sendar til fma@fma.fo

Eftir arbeiðstíð svarar Sjóvinnustýrið á vakttelefonnr. +298 333 198

Lógarheimild: Kunngerð nr. 90 frá 26. oktober 2026 um at boða frá vanlukku o.ø. á sjónum