CLC-loyvisbræv
Føroysk skip, sum í bulk sum last flyta meira enn 2.000 tons av olju skulu hava CLC-loyvisbræv, sambært CLC-sáttmálanum (International Convention on Civil Liability for Oil Pollution Damage, 1992)
CLC-loyvisbrævið er skjalprógv um, at skipið hevur trygging frá góðkendum tryggingarfelag ella aðra fíggjarliga trygd, ið veitir fulna fyri borgararættarliga endurgjaldsábyrgd fyri dálkingarskaðar av olju frá skipum.
Skip, sum eru fevnd av kravinum mugu ikki fara í sigling uttan CLC-loyvisbræv.
Kravið um CLC-loyvisbræv er eisini galdandi fyri útlendsk skip, sum í bulk sum last flyta meira enn 2.000 tons av oljusum koma í, ella fara úr føroyskari havn; lastingarstaði ella lossingarstaði í føroyskum sjóøki innanfyri 200 fj. frá grundlinjunum; ella sum hava regluligt virksemi í føroyskum sjóøki.
Umsókn um loyvisbræv
Sjóvinnustýrið útskrivar loyvisbrøv til føroysk skip og í ávísum førum til útlendsk skip, sum koma í føroyskt sjóøki.
Mælt verður til, at skipaeigarar, ið skulu søkja um loyvisbræv til fleiri skip, senda eina samlaða umsókn fyri øll skipini.
Umsóknarblað um CLC-loyvisbræv
Saman við umsóknini skal umsøkjari senda eitt tryggingarskjal (Blue Card) fyri kravdu tryggingina. Tryggingarskjalið skal verða stílað til Sjóvinnustýrið. Tryggingin skal verða frá einum góðkendum tryggingarveitara.
Góðkenning av tryggingarveitarum
Sjóvinnustýrið fylgir vegleiðingini frá IMO um mannagongd fyri góðkenning av tryggingarveitarum.
Hetta merkir, at tryggingarfeløg, sum eru limir í “International Group of P&I Clubs” (IG) eru undangóðkend sum tryggingarveitarar. Fyri føroysk skip, er góðkenningin tó til eina og hvørja tíð eisini treytað av, tryggingarveitararnir eisini eru góðkendir av Tryggingareftirlitnum og danska fíggjareftirlitnum. P&I tryggingar eru góðkendar sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Tryggingarfeløg, sum ikki eru limir í IG og aðrir trygdarveitara
Tryggingarfeløg, sum ikki eru limir í IG og aðrir trygdarveitarar skulu søkja Sjóvinnustýrið um góðkenning.
Fyrstu ferð søkt um góðkenning skulu hesar upplýsingar sendast Sjóvinnustýrinum:
- Um talan er um tryggingarfelag: Ein váttan frá viðkomandi myndugleika í landinum, sum tryggingarfelagið hevur heimstað, um, at felagið er góðkent at veita tryggingar.
- Eitt tryggingarskjal (Blue Card) sum váttar at tryggingarfelagið ella tann, sum veitir fíggjarliga trygd, veitir endurgjald sambært omanfyrinevndu sáttmálanum (treytað av, hvør sáttmáli talan er um), heruppií eisini endurgjald sum avleiðing av yvirgangsálopum.
- Um at felagið er endurtrygginga viðv. partinum sum er fevndur av CLC-sáttmálanum.
- Váttan frá uttanhýsis grannskoðara um, at felagið ella tann, um veitir fíggjarliga trygd ikki er í gjaldssteðgi, við at fara á húsagang ella á annan hátt við at verða upployst.
Gjald
Fyri at geva út CLC-loyvisbræv krevur Sjóvinnustýrið eitt gjald á kr. 1.300.
Gildistíð og endurnýggjan
Loyvisbræv er sum útgangsstøði galdandi í 1 ár, tó ongantíð longur enn gildistíðin á tryggingini. Tryggingar hava vanliga gildi til og frá 20. februar.
Skiftisregla fram til februar 2026
Málsøkið “sjórættur” varð yvirtikið sum føroysk sermál ólavsøkudag 29. juli 2025. Innan yvirtøkuna hevur danska Søfartsstyrelsen útskrivað loyvisbræv til føroysk skip. Eftir 29. juli 2025 er tað Sjóvinnustýrið, ið útskrivar loyvisbrøv.
Loyvisbrøv, sum Søfartsstyrelsen hevur útskrivað í ár varðveita sítt gildi í samsvari við lokadagin á loyvisbrævinum. Eftir hetta skulu allir skipaeigarar søkja um føroyskt loyvisbræv frá Sjóvinnustýrinum.
Lóggáva
Sambært § 191 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven (sjólógin) hevur skipaeigari eina endurgjaldsábyrgd fyri dálkingarskaðar av olju frá skipum. Endurgjaldsábyrgdin er sum útgangsstøði galdandi uttan mun til skuld, tó við ymisku undantøkum, umframt at skiparin hevur heimild at avmarka endurgjaldsupphæddina. Við dálkingarskaðar er at skilja tap ella skaði uttanfyri skipið, sum stavar frá dálking orsakað av olja, ið rennur út ella lekur frá skipum.
Sambært § 197 skal skrásetti eigarin av skipi, sum í bulk sum last flytir meira enn 2000 tons ella meira hava eina trygging ella aðra fíggjarliga trygd fyri endurgjaldsábyrgdina fyri dálkingarskaðar. Harafturat skal skipið hava eitt CLC-loyvisbræv umborð, sum skjalprógv um kravdu tryggingina ella fíggjarligu trygdina.
Nærri krøv til tryggingina og útgávu av loyvisbrøvum eru ásett í kunngerð um trygging ella aðra trygd fyri privatrættarliga endurgjaldsábyrgd fyri dálkingarskaðar av olju frá skipum.
Krøvini um trygging og CLC-loyvisbræv stava frá CLC-sáttmálanum, International Convention on Civil Liability for Oli Pollution Damage, 1992.
Fyrsti CLC-sáttmálin var samtyktur í IMO í 1969. Upprunaligi sáttmálin var seinni endurskoðaður og í 1992 var ein dagførdur CLC-sáttmáli samtyktur. CLC-sáttmálin frá 1992 kom í gildi altjóða 30. mai 1996. Altjóða gildiskoman merkti, at skip sum í bulk sum last flyta meira enn 2000 tons av olju ella meira ikki kundu fara í altjóða sigling, uttan at hava kravda CLC-loyvisbrævið. Føroyar hava tikið undir við sáttmálanum og hava síðani altjóða gildiskomuna verið partur til sáttmálan.