Kunning um sýn, skoðan og dokk í sambandi við COVID-19 Hendan kunning snýr seg um órógv ella seinkan í lógarásettum skipasýnum ella skoðanum, sum er orsakað av, at sýnsmaður ikki er tøkur til tíðina ella á annan hátt er ávirkaður í sínum virki av COVID-19. Dømi um hetta er, at sýnsfólk ikki kunnu ferðast, og…
Les meira
Skerd avgreiðsla vegna Covid-19-smittuvanda
Fyri at verja viðskiftafólk og starvsfólk móti møguligari koronasmittu, skerjir Sjóvinnustýrið kundatænastuna við at einans hava opið millum kl. 10 .00 – 12.00 gerandisdagar. Hetta er galdandi frá mánadegnum, 16. mars og so leingi, ið tilmælini frá myndugleikunum standa við. Starvsfólk okkara arbeiða heimanífrá, og okkurt virksemi kann væntast at hava longri viðgerðartíð enn vanligt.…
Les meira
Føroysk skip skulu lúka krøvini í fyriskipan um upphøgging áðrenn 31. desember
ES setti fyriskipan 1257/2013 um upphøgging av skipum í verk í 2013, og í seinasta lagi 31. desember 2020 skulu øll føroysk skip yvir 500 BT lúka treytirnar í fyriskipanini. Annars sleppa tey ikki at sigla í ES- og EBS-havnir. Hetta er galdandi fyri bæði fiski- og farmaskip. Fyriskipanin krevur, at skip skulu hava ein…
Les meira
Ársins skip í FAS 2019: VINGA SAFIR

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2019, og vinnarin gjørdist oljutangaskipið, Vinga Safir. Trý skip býta 2. plássið millum sín. Tey eru Tórsborg, Freja og Svitzer Geo. Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.…
Les meira