Kunngerð um upplæring fyri skipsyvirmenn á skjóttgangandi førum, fevnd av HSC-koduni, er nú lýst. Kunngerðin kann lesast her. Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki (Rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán, sjúkrarøkt o.a.) er nú komin í gildi. Hon kann lesast her.
Les meira
IMO-ráðsavgerðir um støðuna í Svartahavinum og Azovska havinum
IMO hevur á eykaráðsfundi umrøtt støðuna í Svartahavinum og Azovska havinum. Tosað varð m.a. um, hvussu man best kann hjálpa teimum sjófólkum, sum eru ávirkað av krígnum í Ukraina. Brot úr tíðindaskrivinum: Proposal to support seafarers The Council welcomed the proposal that a number of steps should be taken to reduce the suffering of seafarers…
Les meira
Kríggj í Ukraina: Sjóvinnustýrið fylgir vegleiðing frá Paris MoU
Sum avleiðing av støðuni í Ukraina, hevur Paris MoU útgivið eina vegleiðing, har heitt verður á flaggstatir og havnastatsmyndugleikar um at vera smidligir, tá tað ikki ber til hjá sjófólki at koma heim. Hetta er bæði galdandi fyri ukrainsk sjófólk og onnur sjófólk, sum skulu mynstra av. Føroyski flaggstatsmyndugleikin, Sjóvinnustýrið, tekur fult undir við hesum…
Les meira
Hav Nes er Ársins skip 2021

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2021, og vinnarin gjørdist HAV NES hjá Navigare Shipping. Tvey skip býta 2. plássið millum sín. Tey eru LISTERVIK og SJÓBORG. Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.…
Les meira