BURTURKAST Umhvørvisstovan hevur saman við kommununum ábyrgd av at umsita reglurnar um móttøkuskipanir á landi t.d. olju og burturkasti. Tá ið Sjóvinnustýrið ger eftirlit umborð á skipum og bátum, verður ávíst eftirlitsskjal nýtt til hetta endamál. Øll skip og bátar skulu hava uppsløg hangandi, sum týðiliga vísa, hvussu beinast skal fyri burturkasti o.ø. Fiskifør 15…
Les meira
Oljuroyndir
OLJUROYNDIR Skip, ið koma undir reglurnar um IAPP-váttan um fyribyrging móti luftdálking, jfr.grein 5 og 6 í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, D, E og F, skulu hava til skjals váttan frá veitara av brennolju um kravda góðsku og innihald av svávulsúrevni. Í fylgisskjali V til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, D, E og F er nærri…
Les meira
Bunker- og CLC-váttan
BUNKERVÁTTAN OG CLC-VÁTTAN Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkerváttan umborð. Harumframt skulu øll tangaskip yvir 2000 tons til støddar eisini hava eina CLC-váttan. Frumskjølini skulu vera til taks umborð á skipinum, annars verður skipið afturhildið undir havnaeftirliti. Bunkerváttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir fulna fyri oljudálking,…
Les meira
MARPOL
MARPOL Altjóða sáttmálin um verju av havumhvørvinum, MARPOL-sáttmálin frá 1973 við broytingum í 1978, inniheldur ásetingar um útlát og kravdan tekniskan útbúnað umborð á skipum, boripallum og flótandi eindum til verju móti dálking. Ásetingarnar í MARPOL-sáttmálanum eru tiknar við í føroyska lóggávu við løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum og…
Les meira




