Bunker-loyvisbræv
Føroysk skip, ið eru 1000 BT ella meira skulu hava eitt Bunker-loyvisbræv.
Bunker-loyvisbrævið er skjalprógv um, at skipið hevur trygging frá góðkendum tryggingarfelag ella aðra fíggjarliga trygd, ið veitir fulna fyri dálkingarskaðar av bunkersolju frá skipum.
Skip, sum eru fevnd av kravinum mugu ikki fara í sigling uttan Bunker-loyvisbræv.
Kravið um Bunker-loyvisbræv er eisini galdandi fyri útlendsk skip, ið eru 1000 BT ella meira, sum koma í, ella fara úr føroyskari havn; lastingarstaði ella lossingarstaði í føroyskum sjóøki innanfyri 200 fj. frá grundlinjunum; ella sum hava regluligt virksemi í føroyskum sjóøki.
Umsókn um loyvisbræv
Sjóvinnustýrið útskrivar loyvisbrøv til føroysk skip og í ávísum førum til útlendsk skip, sum koma í føroyskt sjóøki.
Mælt verður til, at skipaeigarar, ið skulu søkja um loyvisbræv til fleiri skip, senda eina samlaða umsókn fyri øll skipini.
Umsóknarblað um Bunker-loyvisbræv
Saman við umsóknini skal umsøkjari senda eitt tryggingarskjal (Blue Card) fyri kravdu tryggingina. Tryggingin skal verða frá einum góðkendum tryggingarveitara.
Góðkenning av tryggingarveitarum
Sjóvinnustýrið fylgir vegleiðingini frá IMO um mannagongd fyri góðkenning av tryggingarveitarum.
Hetta merkir, at tryggingarfeløg, sum eru limir í “International Group of P&I Clubs” (IG) eru undangóðkend sum tryggingarveitarar. Fyri føroysk skip, er góðkenningin tó til eina og hvørja tíð eisini treytað av, tryggingarveitararnir eisini eru av tryggingareftirlitinum og danska fíggjareftirlitinum. P&I-tryggingar eru góðkendar sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Tryggingarfeløg, sum ikki eru limir í IG og aðrir trygdarveitara
Tryggingarfeløg, sum ikki eru limir í IG og aðrir trygdarveitarar skulu søkja Sjóvinnustýrið um góðkenning.
Fyrstu ferð søkt um góðkenning skulu hesar upplýsingar sendast Sjóvinnustýrinum:
- Um talan er um tryggingarfelag: Ein váttan frá viðkomandi myndugleika í landinum, sum tryggingarfelagið hevur heimstað, um, at felagið er góðkent at veita tryggingar.
- Eitt tryggingarskjal (Blue Card) sum váttar at tryggingarfelagið ella tann, sum veitir fíggjarliga trygd, veitir endurgjald sambært omanfyrinevndu sáttmálanum (treytað av, hvør sáttmáli talan er um), heruppií eisini endurgjald sum avleiðing av yvirgangsálopum.
- Um at felagið er endurtrygginga viðv. partinum sum er fevndur av Bunker-sáttmálanum.
- Váttan frá uttanhýsis grannskoðara um, at felagið ella tann, um veitir fíggjarliga trygd ikki er í gjaldssteðgi, við at fara á húsagang ella á annan hátt við at verða upployst.
Gjald
Fyri at geva út Bunker-loyvisbræv krevur Sjóvinnustýrið eitt gjald á kr. 1.300.
Gildistíð og endurnýggjan
Loyvisbræv er sum útgangsstøði galdandi í 1 ár, tó ongantíð longur enn gildistíðin á tryggingini. Tryggingar hava vanliga gildi til og frá 20. februar.
Skiftisregla fram til februar 2026
Málsøkið “sjórættur” varð yvirtikið sum føroysk sermál ólavsøkudag 29. juli 2025. Innan yvirtøkuna hevur danska Søfartsstyrelsen útskrivað loyvisbræv til føroysk skip. Eftir 29. juli 2025 er tað Sjóvinnustýrið, ið útskrivar loyvisbrøv.
Loyvisbrøv, sum Søfartsstyrelsen hevur útskrivað í ár varðveita sítt gildi samsvarandi lokadegnum á loyvisbrævinum. Eftir hetta skulu allir skipaeigarar søkja um føroyskt loyvisbræv.
Lóggáva
Sambært § 183 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven (sjólógin) hevur skipaeigari eina endurgjaldsábyrgd fyri dálkingarskaðar av bunkersolju frá skipum. Við dálkingarskaðar er at skilja tap ella skaði uttanfyri skipið, sum stavar frá dálking orsakað av bunkersolju, ið rennur út ella lekur frá skipum.
Sambært § 186 skal skrásetti eigarin av skipi, sum er 1000 BT ella meira hava eina trygging ella aðra fíggjarliga trygd fyri endurgjaldsábyrgdina fyri dálkingarskaðar. Harafturat skal skipið hava eitt Bunker-loyvisbræv umborð, sum skjalprógv um kravdu tryggingina ella fíggjarligu trygdina.
Nærri krøv til tryggingina og útgávu av Bunker-loyvisbrævi eru ásett í kunngerð um trygging ella aðra trygd fyri privatrættarliga endurgjaldsábyrgd fyri dálkingarskaðar av bunkersolju frá skipum.
Krøvini um trygging og Bunker-loyvisbræv stava frá Bunker-sáttmálanum, International Convention on Civil Liability for Bunker Oli Pollution Damage, 2001.
Bunker-sáttmálin kom í gildi altjóða 21. november 2008. Altjóða gildiskoman merkti, at skip á 1000 BT ella meira ikki kundu fara í altjóða sigling, uttan at hava kravda Bunker-loyvisbrævið.
Føroyar hava tikið undir við sáttmálanum og hava síðani 1. september 2019 verið partur til sáttmálan.