• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Brent burturkast

REGLUR UM AT BRENNA BURTURKAST UMBORÐ

Burturkast, sum er loyvt at brenna umborð, skal einans brenna í góðkendum brennovnum.

Loyvt er tó at brenna olju- og kloakkevju, sum stavar frá vanliga rakstrinum,í høvuðs- og hjálparketlum, tó ikki meðan skipið liggur í havn ella við áarmunnar.

Í regluverkinum grein 16 er eitt yvirlit yvir, hvørji evni ikki mugu brennast umborð. Hesi eru t.d. restir frá lastum, undir hesum tilhoyrandi pakkitilfar, hvørs evni koma undir reglurnar í MARPOL sáttmálanum, fylgisskjal I, II, III og V, umframt PCB reinsað olja, sum inniheldur halogenir, kloakk- og oljuevju, ið ikki stavar frá vanliga rakstrinum.

Sjóvinnustýrið kann áseta, at brenniovnar, sum vóru umborð á skipum í heimasigling fyri 19. maj 2005, ikki nýtast uppfylla IMO standard krøv. Tað er ikki loyvt at brenna PVC í slíkum ovnum.