Sjóvinnustýrið kjósar hvørt ár Ársins skip í FA.
Endamálið við átakinum er at birta uppundir, at skip undir føroyskum flaggi verða rikin væl og trygt. Tað hevur týdning, at trygdin er í hásæti, men við góðum rakstrarúrslitum tryggja vit, at føroyska flaggið varðveitir status hjá Paris Mou sum eitt góðskuflagg.
Ársins skip síðan 2013 hava verið:
2023: Svitzer Hymer
2022: Svitzer Hymer
2021: Hav Nes
2019: Vinga Safir
2018: Fure Ferder
2017: Fure Nord
2016: Fure Nord
2015: Northern Ocean
2014: Norrøna
2013: Nordjarl
Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:
- Víðkað eftirlit – 3 stig (expanded)
- Meira nágreiniligt eftirlit – 2 stig (More Detailed Inspection)
- Innleiðandi eftirlit – 1 stig (Initial)
Skip yvir 500 BT, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-øki, men sigla í Paris MoU øki, hava higartil verðið lønt við 3 stigum árliga. Men næsta ár verður hetta broytt, soleiðis, at hesi skip fáa sama stigatal sum eitt innleiðandi eftirlit (initial), t.v.s. 1 stig.
Um fleiri skip hava somu avrik í omanfyristandandi, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.