Sjóvinnustýrið er góðskustýrt, sambært altjóða standard ISO 9001:2015.
ISO góðkenningin verður framd árliga av FORCE Certification.
Endamálið við góðskuskipanini er:
- At tryggja viðskiftafólkunum tænastu av høgari góðsku.
-
Áhaldandi at betra tænastur.
-
At lúka allar lógarásetingar
Góðskan verður tryggjað við millum annað:
-
Mannagongdum fyri alla málsviðgerð.
-
Nøgdsemiskanningar av viðskiftafólkum og undirveitarum.
-
Eftirlit við góðkendum undirveitarum.
-
Fráviksstýring “fyribyrgjandi og rættandi atgerðir”.
-
Áhaldandi betringar.
FORCE Certification A/S hevur árligt eftirlit “Audit” av Sjóvinnustýrinum. Sertifikatið verður endunýggjað 3. hvørt ár.