Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2021, og vinnarin gjørdist HAV NES hjá Navigare Shipping.
Tvey skip býta 2. plássið millum sín. Tey eru LISTERVIK og SJÓBORG.
Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.
Eitt undantak var tó í 2020. Vegna Korona vórðu fá havnastatseftirlit framd, og tí varð einki skip kosið ársins skip í 2020.
Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:
- Víðkað eftirlit – 3 stig (expanded)
- Meira nágreiniligt eftirlit – 2 stig (MDI)
- Innleiðandi eftirlit – 1 stig (Initial)
Skip yvir 500 BT, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-øki, men sigla í Paris MoU øki, verða lønt við 3 stigum árliga.
Um fleiri skip hava somu avrik í omanfyristandandi, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.
Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Krøvini frá myndugleikum, farmsendara, eigara og havnastatseftirliti eru ómetaliga høg. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær eina góða plasering á hvíta lista hjá Paris MoU. Hetta hevur alt at siga fyri marknaðarføringina av FAS-skipanini, sum er eitt týðandi grundarlag fyri handilsflotan og styrkir nationala kappingarførið og føroyska búskapin sum heild, sambært seinastu ársfrágreiðingini hjá Reiðarafelagnum fyri handilsskip.
Bæði føroysk og útlendsk rakstrarfeløg eru við í oddinum, og hetta gleðast vit um.
Hetta er áttandu ferð Sjóvinnustýrið kjósar Ársins Skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Vinga Safir í 2019, Fure Ferder í 2018, Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.
Sjóvinnustýrið ynskir manning og reiðaríi hjartaliga til lukku við heiðrinum.