LØGGILDING AV UNDIRVEITARUM
Fyritøkur ella einstaklingar, sum við ábyrgd mótvegis Sjóvinnustýrinum at gera ymiskt góðkenningarskyldugt arbeiði umborð á skipum og bátum hava løggilding frá Sjóvinnustýrinum, j.fr. reglunum í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum (nú Sjóvinnustýrinum) Løggilding av undirveitarum nr. 4 frá 2007.
Endamálið við fráboðanini er at tryggja, at einans fyritøkur og einstaklingar við nøktandi fakligum førleikum seta upp, kanna, royna og hava eftirlit við t.d. radioútgerð, eldsløkkiútgerð, ravmagnskipanum, halonskipanum og køliskipanum umborð á skipum og bátum.
Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum um løggilding av undirveitarum og tilhoyrandi fylgiskjøl, verða einans kunngjørd á Regluportalinum á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.
Løggildingartreytir
Í fylgiskjali 2 til Fráboðan um løggildingar verða útbúgvingar- og førleikakrøv ásett til tess at fáa løggilding til ymisku arbeiðsøkini. Somuleiðis verða nakrar mannagongdir ásettar fyri, hvussu arbeiðið skal útinnast og hvørji skjalprógv skulu fyriliggja fyri arbeiðið, ið er gjørt.
Sí nærri á hesum leinkinum: Løggildingartreytir
Oyðublað: Umsókn um løggilding til ávís arbeiðsøki.
Broytt mannagongd
Tað hevur verið mannagongd, at Sjóvinnustýrið skal vera til staðar, tá løggildir undirveitarar gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir umborð á skipum. Harumframt hava løggildir undirveitarar sent Sjóvinnustýrinum stabilitetsbøkur til góðkenningar.
Men frá 1. mai 2024 skulu løggildir undirveitarar gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir, uttan at Sjóvinnustýrið er til staðar. Harumframt skulu løggildir undirveitarar gera stabilitetsbøkur og góðkenna tær vegna Sjóvinnustýrið. Løggildir undirveitarar skulu senda reiðaranum eitt óinnsiglað pappírseintak av stabilitetsbókini við Posta og Sjóvinnustýrinum eitt talgilt PDF-eintak við telduposti.
Broytingin verður m.a. gjørd fyri at lætta um arbeiðsgongdir hjá bæði undirveitara og myndugleika.