• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Sjúkuviðgerð umborð

SJÚKUVIÐGERÐ UMBORÐ Á SKIPUM

Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum nr. 2 frá 11. december 2012 um medisinkistu og sjúkuviðgerð umborð á skipi, við heimild í Løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broytingum.

Gevið gætur! Fráboðanin kom í gildið 1. jan. 2013 og nýggju medisinkisturnar skulu fáast til vega skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2014. Somuleiðis skal útbúgvingin til sjúkraviðgera verða tikin skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2014, tó við teimum í § 28, stk. 3, nr. 1 og 3 í fráboðanini nevndu tillagingum.

Ábyrgd og rættindi
Skiparin og sjúkraviðgerin umborð hava ábyrgdina av sjúkuviðgerð umborð og skal hon leggjast til rættis og fremjast samsvarandi ásetingunum íSøfartsstyrelsens Lægebog. Sjúkraviðgerin hevur eisini ábyrgd av, at alt viðvíkjandi sjúkrakanning og -viðgerð verður skrásett í Radio Medical Optegnelser. 

Einans skiparin og sjúkraviðgerin umborð hava atgongd til upplýsingarnar í Radio Medical Optegnelser. Tó hevur sjúklingurin sjálvur rætt til innlit viðvíkjandi egnum viðurskiftum. Soleiðis skulu eisini sjófólk, tá tey mynstra av, og ferðafólk , tá tey fara í land, hava útflýggjað viðkomandi tilfar.

Útbúgving og førleikakrøv til sjúkraviðgerar umborð
Sjúkraviðgerin umborð skal hava gyldugt vinnubræv ella í minsta lagi 24 mánaða skjalprógvaða siglingstíð. Lækni ella sjúkrarøktarfrøðingur, sum hava staðið góðkenda útbúgving sambært ásetingunum í fráboðanini, kunnu eisini virka sum sjúkraviðgerar umborð á skipi. Reiðarin hevur ábyrgd av at syrgja fyri, at skiparin og sjúkraviðgerin umborð hava staðið eina góðkenda útbúgving í sjúkuviðgerð, umsiting og handfaring av heilivági og medisinskari útgerð. Útbúgvingin skal endurnýggjast í minsta lagi 5. hvørt ár.

Fyri førarar av fiskiførum undir 15 metrar er kravið fyrstuhjálparskeið og annars gjølla at  seta seg inn í innihaldið og nýtsluna av heilivágum og medisinsku útgerðini í medisinkistu C, samsvarandi avvarðandi hefti, sum altíð skal vera til taks umborð á farinum.