• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Luftdálking

LUFTDÁLKING

MARPOL Annex VI ásetur altjóða krøv um fyribyrging av luftdálking frá skipum. Reglurnar fevna m.a. um útlát av nitrogenoxidum (NOx) og svávuloxidum (SOx), góðsku á brenniolju og váttan av skipum og motorum.

Í Føroyum eru reglurnar settar í verk við MARPOL-regluverkinum og øðrum viðkomandi føroyskum reglum. Fyri verandi skip kunnu higartil galdandi reglur í Fráboðan B, D, E og F framvegis vera galdandi, alt eftir skipaslagi, byggiári og gildisøkinum í tí einstaka regluverkinum.

Nitrogenoxid (NOx)

Krøvini til NOx-útlát frá dieselmotorum eru ásett í reglu 13 í MARPOL Annex VI og í NOx Technical Code 2008.

Reglurnar fevna sum meginregla um marine dieselmotorar við eini orku á meira enn 130 kW, tá motorurin er fevndur av reglu 13. Krøvini kunnu eisini gerast galdandi, um ein motorur verður skiftur út ella verður fyri eini munandi broyting (major conversion).

Motorar, sum einans verða nýttir í neyðstøðum, herundir neyð-dieselmotorar og motorar í bjargingarbátum til neyðnýtslu, eru undantiknir eftir nærri ásettum treytum.

NOx-krøvini eru býtt í Tier I, Tier II og Tier III. Hvørji krøv eru galdandi, veldst m.a. um byggidagfesting skipsins, motorin og, fyri Tier III, um skipið siglir í einum NOx Emission Control Area (ECA).

Útskifting og størri broyting av motorum

Serligt fyrilit skal havast, tá ein marine dieselmotorur við eini orku á meira enn 130 kW verður skiftur út, ein eyka motorur verður settur í, ella ein verandi motorur verður munandi broyttur.

Sambært MARPOL Annex VI kann hetta verða mett sum ein major conversion. Tað kann hava við sær, at motorurin skal lúka NOx-krøv, sum eru galdandi, tá broytingin verður framd. Eigari ella reiðari eigur tí at kanna NOx-krøvini, áðrenn motorurin verður bílagdur, skiftur út ella munandi broyttur.

Vanligt viðlíkahald ella vanlig umvæling er ikki í sjálvum sær ein major conversion. Tað avgerandi er, um arbeiðið kemur undir allýsingina av major conversion ella substantial modification sambært MARPOL Annex VI og NOx Technical Code 2008.

Nýtt ECA í Norðuratlantshavi

IMO hevur samtykt at tilnevna North-East Atlantic sum Emission Control Area fyri NOx, SOx og partiklar. Broytingarnar eru ætlaðar at koma í gildi 1. september 2027.

Hetta ger tað serliga viðkomandi hjá føroyskum skipaeigarum at kanna NOx-viðurskiftini, tá ætlanir eru um útskifting, uppstigan ella størri broyting av dieselmotorum. Við útskifting ella major conversion kann vera neyðugt at gera eina nýggja meting sambært MARPOL Annex VI, reglu 13, og NOx Technical Code 2008.

Ætlar tú at skifta ella broyta motor?

Áðrenn ein marine dieselmotorur størri enn 130 kW verður skiftur út ella munandi broyttur, eigur at verða staðfest, hvørji NOx-krøv eru galdandi. Hetta kann hava týdning fyri NOx-certificering, EIAPP-váttan og Technical File.

IAPP- og EIAPP-váttan

Skip, sum eru fevnd av krøvunum um sýn og váttan sambært MARPOL Annex VI, skulu hava kravdu International Air Pollution Prevention (IAPP) Certificate.

IAPP-váttanin er knýtt at skipinum.

Engine International Air Pollution Prevention (EIAPP) Certificate er knýtt at NOx-góðkenningini av tí einstaka dieselmotorinum. Tá EIAPP er kravt, hoyrir teknisk skjalprógvan fyri motorin, herundir ein Technical File, til góðkenningina.

Svávul (SOx) og brenniolja

MARPOL Annex VI ásetur mark fyri, hvussu nógv svávul kann vera í brenniolju, sum verður nýtt umborð.

Mest loyvda svávulinnihaldið er sum meginregla:

0,50 % m/m uttan fyri SOx Emission Control Areas (ECA)

0,10 % m/m innan fyri SOx ECA

Harumframt eru krøv til góðsku og skjalprógvan av brennioljuni.

Emission Control Areas (ECA)

Í ávísum havøkjum, nevnd Emission Control Areas (ECA), galda herd krøv til NOx, SOx og/ella partiklar.

Tað verður skilt millum NOx ECA og SOx/PM ECA, og tí kunnu bæði krøv og skeringsdagfestingar vera ymisk fyri tey einstøku økini.

Skip, sum nýta ymisk sløg av brenniolju fyri at lúka svávulkrøvini innan fyri og uttan fyri ECA, skulu fylgja galdandi krøvum um skifti av brenniolju, mannagongdir og skráseting.

Føroyskt regluverk

Við meting av, hvørji krøv eru galdandi fyri eitt einstakt skip ella ein motor, skal havast atlit til skipaslag, stødd, byggidagfesting, motororku, broytingar á motorinum og siglingarøki.

Higartil galdandi reglur í Fráboðan B, D, E og F - Kapittul XXVI um fyribyrging av luftdálking. Eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum (MARPOL).