• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Undantaksloyvi

Sjóvinnustýrið kann í serligum førum geva undantaksloyvi til manning, ið er kravd sambært manningarskjalinum. Undantaksloyvið er galdandi fyri manningarskjalið og ikki fyri sjóvinnubrævið.  Tí er tað reiðaríið, sum skal fylla út umsókn og senda Sjóvinnustýrinum hana.

Sjóvinnustýrið hevur sambært § 21, stk. 2 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015 um manning av skipum, heimild til at víkja frá lógarásettu førleikakrøvunum til manningina.

Ásetingin er í § 21, stk. 2 i løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998  um manning av skipum, við seinni broytingum:

Sjóvinnustýrið kann í serligum førum og ansandi bindandi altjóða samtyktum, loyva, at persónur verður havdur í starvi, tó at hann hevur ikki slíkt vinnubræv, sum krevst í starvinum, men bert fyri einstaka ferð ella ávíst tíðarbil, sum ikki skal vera longri enn 6 mánaðir.

Undantaksloyvi verður bara givið í serligum førum, og bara um Sjóvinnustýrið metir, at trygdin ikki á nakran hátt verður sett í vanda.

Vegleiðing
Tá ið støða skal takast til eina umsókn um undantaksloyvi, verður hetta altíð gjørt grundað á eina ítøkiliga meting av støðuni, ið reiðaríið er í. Um so er, at Sjóvinnustýrið metir, at grundarlag er at geva undantaksloyvi, metir Sjóvinnustýrið um, hvørt sjófólki hevur nøktandi førleika og royndir at røkja starvið á tryggan hátt.

Skipari ella maskinstjóri á handilsskipum kunnu ikki fáa undantaksloyvi uttan so, at talan er um ”force majeure”. Tað vil siga, at talan skal verða um heilt serligar umstøður, so sum vanlukku ella kríggj.

Undantaksloyvi verða givin við so stuttari tíð sum møguligt og í mesta lagi í 6 mánaðir. Hetta tíðarskeiðið er ætlað at geva reiðara eitt skotbrá til at fáa viðurskiftini viðvíkjandi manningini av skipinum í rætt lag.

Oyðublað: Umsókn um undantaksloyvi.