Tann 1. januar 2015 hækkar gjaldið fyri sjóvinnubrøv og viðurkenningarprógv. Kostnaðurin fyri sjóvinnubrøv verður kr. 500,00. Hesin kostnaður er fyri endurnýggjan, fyrsta vinnubræv og uppstigan.
Gjaldið fyri viðurkenningarprógv verður frá 1. januar 2015 kr. 750,00.
Hetta sambært Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av
sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum.