• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

LISTERVIK er Ársins skip 2025

30-04-2026

Sjóvinnustýrið hevur kosið Ársins skip í FAS fyri 2025, og vinnarin gjørdist LISTERVIK hjá svenska reiðarínum Rederi AB Uman.

Á ávikavist øðrum og triðja plássi komu SVITZER HYMER og SJÓBORG.

Úrslit:

  1. Listervik
  2. Svitzer Hymer
  3. Sjóborg

Listervik er tað skipið í FAS, sum hevur víst bestu úrslitini í havnastatseftirlitum í 2025.

Fáir feilir í eftirlitum og fá afturhald eru av avgerandi týdningi fyri at halda føroyska flagginum á Hvítalista hjá Paris MoU. At varðveita plássið á hesum lista er alneyðugt fyri FAS og føroyska kappingarførið. Tí fegnast vit um, at manningar og reiðarí leggja stóran dent á tryggan og vælskipaðan rakstur av skipunum.

Átakið “Ársins skip” hjá Sjóvinnustýrinum hevur til endamáls at eggja til góðar mannagongdir og ábyrgdarfulla atferð umborð, samstundis sum manning og reiðarí, ið gera eitt framúr gott arbeiði, verða viðurkend.

Vinnarin verður heiðraður við heiðursbrævi og almennari kunning.

Hetta er 12. ferð, at Sjóvinnustýrið velur Ársins skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið:

  • Sjóborg (2024)
  • Svitzer Hymer (2023, 2022)
  • Hav Nes (2021)
  • Vinga Safir (2019)
  • Fure Ferder (2018)
  • Fure Nord (2017, 2016)
  • Northern Ocean (2015)
  • Norrøna (2014)
  • Nordjarl (2013)

Meira um metingargrundarlagið

Ársins skip verður valt við støði í úrslitunum frá havnastatseftirlitum (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit uttan feil verða lønt soleiðis:

  • Víðkað eftirlit (expanded) – 3 stig
  • Meira nágreiniligt eftirlit (more detailed inspection) – 2 stig
  • Innleiðandi eftirlit (initial) – 1 stig

Skip yvir 500 BT, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-økinum, men sigla í økinum, hava áður fingið 3 stig árliga. Frá í fjør at rokna fáa hesi skip í staðin 1 stig, sum samsvarar við eitt innleiðandi eftirlit.

Um fleiri skip hava somu stig, verður eyka dentur lagdur á, um skipið hevur rein klassaskjøl og ongar viðmerkingar frá øðrum eftirlitsmyndugleikum. Hinvegin telur tað niður, um skipið hevur havt óhapp, sum hava haft fólkaskaða ella materiellan skaða við sær.

Sjóvinnustýrið ynskir manning og reiðaríi hjartaliga til lukku við heiðrinum!