• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Vegleiðing frá SVS

    VEGLEIÐING FRÁ SJÓVINNUSTÝRINUM

    Vegleiðing frá Sjóvinnustýrinum, um hvussu farast skal fram í sambandi við ISPS-code

    Skjalagoymsla
    § 2. Sambært ISPS kotuni (A10,1) skulu tey í stk. 2 nevndu skjøl vera goymd umborð í 5 ár.

    Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 umfata skjøl viðvíkjandi:

    1. Venjingum og royndum (training, drills and exercise)
    2. Verndarhóttanum og verndarhendingum (security threats and security incidents)
    3. Brotum á vernd (breaches of security)
    4. Broytingum í verndarstøði (changes in security level)
    5. Samskifti viðvíkjandi vernd (communications relating to the direct security of the ship such as specific threats to the ship or to port facilities the ship is, or has been, in).
    6. Innanhýsis skoðanum og endurskoðanum av verndarhendingum (Internal audits and reviews of security acitivities)
    7. Ávegis endurskoðanum av vágametingini (periodic review of the ships security assessment)
    8. Ávegis endurskoðanum av verndarætlani (periodic review of the ships security plan)
    9. Broytingum av einum og hvørjum slag, ið eru gjørdar við ætlanina (implementation of any amendments to the plan)
    10. Viðlíkahaldi, broytingum og royndum av allari verndarútgerð, sum er umborð, írokna royndum av “ships security alert system” (Maintenance, calibration and testing of any security equipment provided on board, including testing of the ships security alert system)

    Stk. 3. Sambært ISPS kotuni (A 5,7) skulu øll skjøl viðvíkjandi DOS (declarations of security) vera goymd umborð í 5 ár

    Verndarváttanir v.m.

    § 3. Ein verndarváttan er ein avtala millum skip og verndarábyrgdaran á havnafasilitetinum. Í henni skulu standa verndartiltøkini, ið bæði skip og havn í felag skulu seta í verk.

    § 4. Verndarábyrgdarin umborð kann krevja eina verndarváttan frá eini havn, um tað í góðkendu verndarætlanini er ásett, at hetta er neyðugt, t.d. í sambandi við at ferma ella uppskipa vandamikil evni ella vandamiklan farm.

    § 5. Um havn heitir á verndarábyrgdaran umborð um at gera eina verndarváttan, skal verndarábyrgdarin umborð ganga áheitanini á møti.

    § 6. Verndarváttanin skal verða skrivað á einum máli, ið bæði fólk umborð og fólk á landi skilja.

    § 7. Skipið skal goyma verndarváttanirnar í í minsta lagi 5 ár frá tí, tær eru dagfestar.


    Fráboðanir til Sjóvinnustýrið

    § 8. Í øllum teimum førum har skip er noktað atgongd til havn ella er víst úr havnini, skulu allar kendar upplýsingar um havnina verða fráboðaðar Sjóvinnustýrinum. Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar standa:

    1. Navnið á skipinum, eyðmerkingartal, kallitekin, skipaslag og last
    2. Orsøkin til, hví skipið ikki sleppur at havnafasilitetinum, ella hví skipið verður víst úr tílíkum fasilitetum

    Stk. 2. Um tað er viðkomandi, skal í fráboðanini eisini standa:

    1. Á hvønn hátt skipið ikki lýkur krøvini til verndartiltøk
    2. Nágreiniligar upplýsingar um hvørjar royndir eru gjørdar at hjálpa um tað, at skipið ikki lýkur verndartiltøkini, her ímillum møguligar treytir, ið eru settar skipinum á ferðini
    3. Hvørji havn skipið kemur úr, og hvagar skipið ætlar at fara. Í hesum nær skipið fór, og nær tað væntandi kemur til næstu havn
    4. Møguligar fyriskipanir til skipið, t.d. viðvíkjandi fráboðan um rutu
    5. Atkomuligar upplýsingar um verndarstigið, ið skipið er á í løtuni