• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Stevnumið

     

    Sjóvinnustýrið skal verða ein viðurkend og virkin maritim umsiting, ið veitir dygdargóðar tænastur til sjóvinnuna, til landsins myndugleikar og til Føroya fólk.

    Tí vil Sjóvinnustýrið um fimm ár:

    1. verða ímillum 10 fremstu flaggstatir á hvíta lista hjá Paris MoU
    2. hava fleiri enn 200 skip skrásett í FAS
    3. varða av einum fiski- og handilsskipaflota, hvørs trygdar og arbeiðsumhvørvi er av teimum bestu í heiminum
    4. kunna veita kappingarførar tænastur, sum í stóran mun byggja á sjálvavgreiðslu umvegis alnetið
    5. hava kundanøgdsemi, ið er omanfyri miðal
    6. verða ímillum bestu arbeiðspláss í Føroyum, har starvsfólk trívast og mennast við spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum