• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • FAS

    FØROYA ALTJÓÐA SKIPASKRÁSETING 

    Føroya Altjóða Skipaskráseting FAS er skrá fyri handilsskip, samb.Løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 15. mai 2014.

    Í FAS kunnu skip meldast til skráseting, sum eru 100 BT til støddar ella meira.

    Fyri at eitt skip skal kunna metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eigarin vera føroyskur. Sum føroyskur eigari verður mettur parta-, smápartafelag ella vinnurekandi grunnur, skrásettur í Skráseting Føroya. 

    Fiskifør og stuttleikafør kunnu ikki verða tikin upp í Føroysku Altjóða Skipaskránna.

    Oyðubløð: Tilmelding til Skipaskránna og FAS


    Leiguskráseting

    Føroya Altjóða Skipaskráseting loyvir leiguskráseting (bareboat-skráseting) til føroyskt flagg og til fremmant flagg. 

    Sí meiri kunning og tilmeldingarskjøl á www.fas.fo.