• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Skipselektrikari

    Sjóvinnubræv og førleikaprógv, sum skipselektrikari

    Mynstring sum skipseletrikari eftir 1. januar 2017.
    Førleikaprógv sum skipselektrikari – STCW III/7
    Fyri at fáa førleikaprógv sum skipselektrikari eru krøvini, at umsøkjari hevur skeið sbrt. STCW III/7 og 3 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira. Siglingartíðin skal vera innan fyri elektrikaraarbeiði ella maskintænastu.

    Gevið gætur! Fram til 1. januar 2017 kunnu sjófólk, sum ikki hava skeið sbrt. STCW III/7, men sum hava 12 mánaðir siglingartíð sum skipselektrikari ella innan maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, kortini fáa førleikaprógv sum skipselektrikari.
    S

    jóvinnubræv sum skipseletrikari – STCW III/6
    Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipselektrikari eru krøvini, at umsøkjari hevur skeið sbrt. STCW kap. III/6, yrkisútbúgving við sveinabrævi sum elektrikari og 12 mánaðir elektrikaraarbeiði ella maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira.

    Gevið gætur! Fram til 1. januar 2017 kunnu sjófólk, sum ikki hava skeið sbrt. STCW III/6, men sum hava í minsta lagi 24 mánaðir elektrikaraarbeiði ella maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, kortini fáa sjóvinnubræv sum elektrikari.

    Tá søkt verður um antin førleikaprógv ella sjóvinnubræv til skipselektrikara, skal umsókn útfyllast og sendast Sjóvinnustýrinum. Møguleiki er at senda umsóknina við telduposti til fma@fma.fo ella við vanligum posti, og møguleiki er eisini at støkka inn á gólvið hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum.

    Oyðublað:
    Umsókn um sjóvinnubræv ella førleikaprógv.

     

    Gevið gætur, at tey sjófólk, sum ikki lúka hesi krøv, kunnu seta seg í samband við Sjóvinnustýrið, tá talan er um eina skiftistíð og tískil kunnu sjófólk verða fevnd av skiftisreglum.