• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Sambært kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal kann Sjóvinnustýrið geva loðsprógv til skikkaðar persónar.

    Treytin fyri at fáa loðsprógv frá Sjóvinnustýrinum er, at viðkomandi umsøkjari hevur fingið vinnubræv sum skipsførari sambært manningarlógini og:

    • hevur í minsta lagi 2 ára royndir sum skipsførari ella yvirstýrimaður frá viðkomandi sigling,
    • hevur gildugt heilsuprógv uttan avmarkingar sambært kunngerð um læknakanning fyri sjófólk,
    • hevur tikið loðsútbúgving, herundir staðið praktiska og teoretiska dugnaskapsroynd fyri loðsar

    Loðsprógvið kann vera avmarkað til ymiskar skipastøddir og fyri ávísar havnir.

    Um avmarkingar eru í heilsupróvnum, kann Sjóvinnustýrið biðja um eina læknaliga meting av, hvørt umsøkjarin, hóast avmarkingarnar, er skikkaður at røkja starvið sum loðsur.

    Umsøkjari kann ikki virka sum loðsur, fyrr enn viðkomandi hevur fingið loðsprógv frá Sjóvinnustýrinum.

    Loðsprógvið hevur gildi í eitt 5 ára tíðarskeið.  Lýkur tann, sum hevur loðsprógv ikki longur treytirnar, hevur viðkomandi skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum loðsprógvið aftur.

    Oyðublað: Umsókn loðsprógv

    Loðsútbúgving
    Tann teoretiska útbúgvingin fevnir um:

    • Trygdarskeið fyri loðsar, og
    • skeið fyri loðsar, ið m.a. fevnir um skipsmannerering fyri loðsar, streymviðurskifti, landafrøðilig viðurskifti og loðslóggávu.

    Dugnaskapsroyndin fevnir um ein praktiskan og ein teoretiskan part.

    • Praktiski parturin snýr seg um, at umsøkjarin loðsar í havnina ella havnirnar, sum søkt verður um loðsprógv til.
    • Teoretiski parturin er roynd, har umsøkjarin skal prógva, at viðkomandi kennir lokaløkið, sbr. stk. 5.
     

    Endurnýggjan
    Eftir umsókn endurnýggjar Sjóvinnustýrið loðsprógv , um loðsur skjalprógvar, at hann hevur loðsað í viðkomandi havn í minsta lagi 3 ferðir innanfyri tey seinastu 5 árini, áðrenn umsókn um endurnýggjan verður latin inn.

    Kostnaður

    Sjóvinnustýrið tekur kr. 1.175,- fyri at geva loðsprógv út og fyri endurnýggjan av loðsprógvi.