• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Frítøka fyri loðsskyldu

    Sambært kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal, kann Sjóvinnustýrið geva loðsfrítøkuskjal til skipsførara ella vakthavandi navigatør, hóast loðsskylda er í økinum og skipið tí er fevnt av loðsskyldu.

    Treytin fyri at fáa loðsfrítøkuskjal frá Sjóvinnustýrinum er, at skipsførarin ella vakthavandi navigatørur hevur gjølligan kunnleika til loðskylduga økið, umframt skip og skipaslag.
    Oyðublað: Umsókn um loðsfrítøku

    Umsókn um loðsfrítøkuskjal skal sendast Sjóvinnustýrinum saman við skjalprógvan fyri, at umsøkjarin hevur ført skip í viðkomandi havn í minsta lagi 3 ferðir innanfyri seinastu 12 mánaðarnar.

    Loðsfrítøkuskjalið, sum er galdandi fyri eitt 5-ára tíðarskeið, er galdandi fyri ávísa havn og ávíst skipaslag og -stødd. Loðsfrítøkuskjalið kann tó ikki nýtast til skip, ið sigla við vandamiklum farmi, tá tey skulu í ella úr føroyskari havn, samb. fylgisskjali 2.

    Tann sum hevur gildugt loðsfrítøkuskjal, hevur skyldu til at geva avvarðandi loðsstøð fráboðan um hetta.

    Kostnaðurin fyri loðsfrítøkuskjal er kr. 1.175,00. Sama er galdandi fyri endurnýggjan av frítøkuskjalinum.

    Endurnýggjan
    Tá loðsfrítøkuskjalið skal endurnýggjast, skal nýggj umsókn sendast Sjóvinnustýrinum, saman við nýggjari váttan um siglingarøki seinastu 12 mánaðarnar.

    Afturtøka

    Tann, ið hevur loðsfrítøkuskjal, men sum ikki longur lýkir treytirnar í hesi kunngerðini, hevur skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum skjalið aftur.

    Vísandi til §17 í løgtingslóg um havnaloðsing.kann Sjóvinnustýrið taka aftur loðsfrítøkuaskjalið, um:

    1. tann sum eigur skjalið, hevur framt grovt brot á treytirnar í loðsfrítøkuskjalinum, á ásetingar í ella sambært hesi løgtingslóg, ella
    2. onnur viðurskifti gera seg galdandi, sum gera tað vágið at lata viðkomandi halda fram við at sigla í ella úr føroyskari havn uttan loðs