• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • IMO Flaggstatsaudit

    IMO - FLAGGSTATSAUDITERING

    Í november 2011 vóru trý umboð frá altjóða sjóferðslufelagsskapinum hjá ST, International Maritime Organisation IMO, í Føroyum fyri at kanna, í hvønn mun Føroyar hava sett neyðugar reglur í gildi fyri skip, og í øðrum lagi, um føroysku myndugleikarnir fyrisita reglurnar á nøktandi hátt. Niðurstøðan frá IMO skoðanarbólkinum var sera jalig og góð. Føroyar og føroyska fyrisitingin eru sera væl fyri og kunnu við stoltleika bjóða seg fram sum flaggstatur í altjóða sjóvinnuhøpi.


    Les:  frágreiðing og niðurstøður frá IMO skoðanarbólkinum

    Í 2011 fyrireikaði Sjóvinnustýrið saman við øðrum avvarðandi føroyskum stovnum IMO skoðanina,. Fyribils er henda skoðan ikki kravd. Kortini gjørdu føroysku myndugleikarnir av, at vit áttu at ganga somu leið sum grannalond okkara, og sjálvboðin leggja okkum undir nevndu skoðan heldur fyrr, enn at bíða til hon verður okkum áløgd í 2015. Orsøkirnar eru einfaldar:

    • Sjóvinnustýrið hevur sum stevnumið at verða viðurkent sum høvuðsleiðbeinari í trygd og arbeiðsumstøðum á sjónum og borga fyri góðum vinnuligum karmum um sjóvinnuna, og at
    • Føroyska altjóða skipaskrásetingin verður marknaðarførd sum viðurkend dygdarskipaskrá.

    Til tess at røkka stevnumið okkara verður mett, at tað fer at gerast okkum ein fyrimunur at hava verið ígjøgnum allar fyrireikingar, skoðan og eftirfylgjandi arbeiðið í góðari tíð, áðrenn tílík skoðan verður gjørt til eitt krav frá IMO.

    Fleiri aðalráð og myndugleikar undir ráðunum vóru fevnd av skoðanareftirlitinum. Hesi vóru:

    • Vinnumálaráðið, Sjóvinnustýrið og Fjarskiftiseftirlitið, ið serliga hava ábyrgd av trygd og tekniskum útbúnaði umborð á skipum
    • Innlendismálaráðið, Umhvørvisstovan og Landsverk, ið hava ábyrgd av fyribyrging av dálking frá skipum, tilbúgving og havnum
    • Fiskimálaráðið, Fiskiveiðieftirlitið og MRCC/Tórshavnar Radio, ið serliga hava ábyrgd av leiting og bjarging
    • Mentamálaráðið, ið hevur ábyrgd av útbúgving

    Nevndu ráð og stovnar høvdu fyrireikað seg væl til skoðanina, sum fevndi um lýsing av bygnaðinum av føroysku umsitingini, ábyrgdarøkjum, lógarverki og dagliga samstarvinum millum avvarðandi ráð og stovnar.