• Føroyskt
  • English
  • Telefon +298 35 56 00

    VAKTtelefon +298 33 31 98

  • Føroyskt
  • English
  • Kunngerð um luftdálking frá skipum lýst

    Kunngerð um luftdálking frá skipum er nú lýst.

    Talan er um altjóða lóggávu, sum nú verður sett í verk í Føroyum. Tó ásetur kunngerðin nøkur serføroysk krøv, sum eru lýst í § 6:

    § 6. Innihaldið av svávuli, sum verður brúkt umborð á skipum og havstøðum, sum liggja við bryggju í føroyskari havn ella fyri akker nærri enn tveir fjórðingar úr landi, skal vera í mesta lagi 0,10 vekt %.

    Stk. 2. Skip skulu skjótast gjørligt, aftan á, at tey hava lagt at bryggju ella kastað akker, og so stutt sum gjørligt áðrenn fráferð, brúka brenniolju, sum lúka krøvini í stk. 1.

    Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri skip í fastari rutu, sum liggja við bryggju styttri enn tveir tímar.

    Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er lýst men stk. 2 Í § 6 kemur 1 juli í 2018.

    Kunngerðin kann lesast í heilum líki her.