• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Radiopassari innan GMDSS

Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?
Tú søkir um sjóvinnubræv á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.

Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?
Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum radiopassari GMDSS (ROC ella GOC), skulu lúka niðanfyristandandi treytir:

Prógv sum radiopassari
Tá ið søkt verður um fyrsta sjóvinnubræv til GMDSS (GOC ella ROC) skal viðkomandi hava fingið ávikavist algilt prógv ella avmarkað prógv sum radiopassari frá Fjarskifiseftirlitinum.

Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir, at viðkomandi bæði er skikkaður til skips- og kagtænastu.

Siglingartíð
Er talan um endurnýggjan, er krav um, at viðkomandi hevur hildið førleikarnar við líka við at sigla. Viðkomandi skal hava siglt í 1 ár innan síðstu 5 árini ella 3 mánaðir innan síðstu 6 mánaðirnar sum brúgvayvirmaður við havfarandi skipum við radioútgerð A2, A3 ella A4. Umsøkjarar, ið ikki lúka hesar treytir, skulu seta seg í samband við Fjarskiftiseftirlitið.