• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Fiskiskip

    Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?

    Vit mæla til, at tú søkir á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við. Viðgerðartíðin er eisini munandi styttri, um tú søkir online.

    Tú kanst eisini útfylla oyðublað og senda kravdu skjølini við. Á oyðublaðnum stendur, hvørji skjøl skulu sendast við umsóknini. Gev gætur, at umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn øll skjøl eru móttikin.

    Oyðublað: Umsókn um vinnubræv

    Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?

    Sjófólk, ið skulu hava vinnubræv sum brúgvayvirmaður við fiskiskipum, skulu lúka hesar treytir:

    Viðkomandi skal vera myndugur: Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.

    Prógv frá sjómansskúla: Fyri at fáa sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður til fiskiskip skal viðkomandi hava fingið prógv sum heimaskipari ella skipari. Skúlaprógvið má ikki vera eldri enn 5 ár, tá ið fyrsta sjóvinnubrævið verður útskrivað.

    Galdandi heilsuprógv til sjófólk: Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi bæði er skikkaður til skips- og kagtænastu.

    Galdandi radioprógv: Umsøkjarar skulu hava galdandi radioprógv GMDSS (ROC ) ella (GOC).

    Siglingartíð: Tað er ymiskt, hvat kravið til siglingartíð er, alt eftir hvat sjóvinnubræv talan er um. Er talan um endurnýggjan, kanst tú lesa meira her. Er talan um fyrsta sjóvinnubræv ella uppstigan, kanst tú síggja flóðkort, ið vísir, hvørji krøv verða sett til siglingartíð:

    Flóðkort:  til umsøkjarar við skiparaútbúgving.