• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Endurnýggjan

    Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn, maskinyvirmenn og radiopassarar (GOC) hava eina gildistíð á 5 ár og skulu sostatt endurnýggjast 5. hvørt ár. Fyri at endurnýggja sjóvinnubrævið krevst, at tú hevur viðlíkahildið tínar førleikar sum annaðhvørt brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari við at sigla við havfarandi skipum í minsta lagi:

    • 1 ár tey seinastu 5 árini, ella
    • 3 mánaðir teir seinastu 6 mánaðirnar, áðrenn endurnýggjan av sjóvinnubrævinum

    Lýkur tú ikki hesar treytir, kanst tú lesa meira um, hvussu tú kanst endurnýggja sjóvinnubrævið her .

    Møguligt er at søkja um endurnýggjan upp til ½ ár, áðrenn sjóvinnubrævið gongur út. Sjóvinnustýrið mælir altíð til, at søkt verður í góðari tíð.

    Tú kanst søkja um sjóvinnubræv og førleikaprógv á okkara online skipan. Ynskir tú at søkja uppá gamla mátan við at senda Sjóvinnustýrinum umsóknina við telduposti ella posti, finnur tú umsóknarbløðini her. Sjóvinnustýrið mælir til at søkja gjøgnum online skipan okkara, av tí at viðgerðartíðin er styttri, enn tá ið søkt verður uppá gamlan máta.