• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Oljudálking

    OLJUDÁLKING

    Kunngerð nr. 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av olju frá skipum o.ø við seinni broytingum, hevur m.a. hesar ásetingar:

    • Í føroyskum sjóøki (12 fjórðingar) er burturbeining av olju og oljudálkaðum vatni bannað.  Tilsvarandi ásetingar í MARPOL sáttmálanum eru galdandi fyri føroysk skip uttan fyri føroyska sjóumveldið.
    • Olja og oljudálkaður sjógvur ella vatn skal varðveitast umborð meðan skipið er í sjónum og latast til móttøkuskipan á landi, tá tað kemur inn, ella burturbeinast sambært ásetingum niðanfyri.

    Skip og havstøðir

    Á øllum skipum og havstøðum stødd uttan fyri føroyskt sjóøki er útlát av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni úr maskinrúmi bannað uttan so, at niðanfyri nevndu treytir eru loknar:
    1. Skipið siglir
    2. Nýtt verður góðkend reinsi- og eftirlitsútgerð ella onnur góðkend útgerð,
    3. Oljuinnihaldið í blandingini, uttan tynning, er minni enn 15 ppm (parts per million),
    4. Oljan stavar ikki frá lastapumpurúmunum, og
    5. Oljan er ikki blandað við olju úr lastini.

    Nevndu undantøk pkt. 1 til 5 eru tó ikki galdandi fyri havstøðir.

    Oljutangaskip

    Oljutangaskip, ið eru stødd uttan fyri serlig havøki, mugu ikki leiða olju,  oljudálkaðan sjógv ella vatn úr lastartangum uttan so, at niðanfyri nevndu treytir eru loknar:
    1. Skipið er meiri enn 50 fjórðingar úr landi
    2. Skipið siglir
    3. Í mesta lagi 30 litrar verða burturbeindir fyri hvønn fjórðing
    4. Samlaða nøgdin av olju, sum verður burturbeind, er

    a) Minni enn 1/15.000 av samlaðu lastini, haðani oljuleivdin stavar, um skipið er latið sum nýbygningur 31. desember 1979 ella fyrr, sbr. fylgiskjal I til MARPOL sáttmálan, og
    b) minni enn 1/30.000 av samlaðu lastini, haðani oljuleivdin stavar, um skipið er latið sum nýbygningur aftan á 31. desember 1979, sbr. fylgiskjal I til MARPOL sáttmálan.

    1. Nýtt verður góðkend útláts-, goymslu- og eftirlitsútgerð

    Í serligum havøkjum (smb. MARPOL) er øll burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni frá oljutangum á oljutangaskipum bannað, t.d. á Suðurpólsøkinum.