• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Burturkast

    BURTURKAST

    Umhvørvisstovan hevur saman við kommununum ábyrgd av at umsita reglurnar um móttøkuskipanir á landi t.d. olju og burturkasti.

    Tá ið Sjóvinnustýrið ger eftirlit umborð á skipum og bátum, verður ávíst eftirlitsskjal nýtt til hetta endamál.

    Øll skip og bátar skulu hava uppsløg hangandi, sum týðiliga vísa, hvussu beinast skal fyri burturkasti o.ø.

    Fiskifør 15 metrar og longri skulu hava hesi uppsløg:

    1. Burturbeining av burturkasti
    2. Burturbeining av kloakspillivatni
    3. Burturbeining av olju

    Fiskifør undir 15 metrar skulu hava hetta uppslag:

    1. Burturbeining av burturkasti

    Kunngerð nr. 122 frá 25. november 2005 um burturbeining av burturkasti frá skipum o.ø., sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, hevur m.a. hesar ásetingar: Burturkast, sambært hesari kunngerð, er eitt og hvørt slag av rakstrar-, matvøru- og húsarhaldsburturkasti, sum stavar frá virksemi umborð á skipum, bátum og havstøðum.

    Kunngerðin fevnir ikki um burturbeining av fiski og slógvi í sambandi við viðgerð umborð á fiskiførum.

    Føroyskt sjóumveldi (12 fjórðingar)
    Burturbeining av burturkasti er bannað. Undantikið er matburturkast frá skipum undir 400 bruttotons, men tó ikki innan fyri 1 fjórðing úr landi.

    Uttan fyri føroyskt sjóumveldi
    Burturbeining av øllum tilfari úr plasti er bannað, íroknað, men ikki avmarkað til, togverk, nylon, net og annan fiskireiðskap, plastposar o.a.

    Annað burturkast sum matburturkast, pappír, klædnatilfar, steintoy og tílíkt, kann burturbeinast meiri enn 12 fjórðingar úr næsta landi, tó 3 fjórðingar um burturkastið er malið og gongur gjøgnum eitt sáld við eini meskavídd, sum í mesta lagi er 25 mm.

    Lutir, ið flóta, so sum dunnage, fóðrings- og pakkitilfar kunnu burturbeinast meiri enn 25 fjórðingar úr landi.

    Serlig havøki
    Strangari krøv eru galdandi til burturkast á viðbreknum havøkjum, sum sambært fylgisskjal V til MARPOL eru hesi øki:

    Miðalhavsøkið, Eystursjóvarøkið, Svartahavið, Reyðahavið, Persaraflógvin, Norðsjóvarøkið, Suðurpólsøkið og Karibiska økið.

    Á omanfyri nevndu serligu økjum er einans loyvt at burturbeina matburturkast, sum skal vera í minsta lagi 12 fjórðingar úr landi.
    Á Karibiska økinum kann burturbeining av matburturkasti fara fram meiri enn 3 fjórðingar úr landi, um burturkastið er malið og gongur gjøgnum eitt sáld við eini meskavídd, sum er í mesta lagi 25 millimetrar.

    Á Suðurpólsøkinum er øll burturbeining av burturkasti bannað.

    Avhendan av burturkasti og eftirlit
    Alt burturkast skal goymast umborð og avhendast til móttøkuskipan á landi, ella burturbeinast sambært reglunum omanfyri.

    Skipari og reiðari hevur ábyrgdina av at fylgja reglunum um burturbeining av burturkasti. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við at ásetingarnar verða fylgdar, undir hesum at skipið hevur neyðugar goymslumøguleikar, íløt o.t. um borð, og at neyðug uppsløg eru.

    Er burturkast blandað við annað tilfar, sum er fevnt av øðrum reglum um burturbeining, eru strangastu reglurnar galdandi fyri burturbeiningina.

    Er skaði hendur á skip ella skip og fólk eru í vanda, er loyvt at víkja frá reglunum, sb. grein 12 í omanfyri nevndu kunngerð