• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Ferðamannaskip og -bátar

    SIGLING VIÐ FERÐAFÓLKI

    Við heimild í løgtingslóg um trygd á sjónum verður góðkenning frá Sjóvinnustýrinum kravd til alla sigling við ferðafólki. í stuttum kann sigast, at talan er um ferðafólkasigling, tá tað alment og móti gjaldi verður farið útferðir, fiskitúrar v.m. við ferðafólki.

    Tey, sum ynskja at fara undir ferðafólkasigling, mugu í góðari tíð frammanundan søkja Sjóvinnustýrið um loyvi. Við umsóknini skulu fylgja neyðugar upplýsingar um slag og stødd á báti, útgerð umborð o.a. Krøvini frá Sjóvinnustýrinum verða ásett í mun til tal av ferðafólki.

    Vegleiðing: Mannagongdir og krøv til ferðafólkasigling
    Oyðublað: Umsókn um ferðafólkaloyvið

    Einans skip og bátar, sum eru nevnd í yvirlitinum yvir góðkend ferðafólkafør hava góðkenning frá Sjóvinnustýrinum til at sigla við ferðafólki - sí yvirlit - og mælt verður ferðavinnuni frá at lýsa, viðmæla ella á annan hátt at vísa ferðafólki á ferðafólkafør, sum ikki eru góðkend.

    Sýn av ferðafólkaførum
    Øll ferðafólkafør skulu regluliga sýnast av Sjóvinnustýrinum, ella av øðrum, ið er heimilaður av Sjóvinnustýrinum at gera arbeiði teirra vegna.

    Tá ið ferðafólkafarið er góðkent, hevur bátaeigarin ábyrgdina av, at farið altíð er í sjódyggum standi. Sjóvinnustýrið áleggur bátaeigarum at brúka hesar kekklistar til endamálið.

    Kekklisti: at brúka dagliga

    Kekklisti: at brúka árliga

    Kekklistin skal tryggja, at útvald trygdarkrøv verða eftirkannað í tíðarskeiðinum millum høvuðssýnini. Hesin kekklisti skal altíð vera umborð. Verður biðið um tað, skal kekklistin vísast eftirlitsmyndugleikanum.