• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Eftirlit


    Løgtingslóg um trygd á sjónum kom í gildi 1. januar 2002. Við hesum varð økið teknisk lóggáva og eftirlit við føroyskum skipum yvirtikið frá donskum myndugleikum.

    Uppgávurnar vórðu lagdar undir tá nýstovnaða Skipaeftirlitið, sum í dag er partur av Sjóvinnustýrinum.

    Sambært lógini er landsstýrismaðurin hægsti fyrisitingarligi myndugleiki. Tó so, at tær fyrisitingarligu uppgávurnar, sum eisini fevna um tekniskt lógarsmíð, eru latnar Sjóvinnustýrinum at umsita. Reglur, sum Sjóvinnustýrið ásetir, verða kunngjørdar í "Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum" á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum.

    Sjóvinnustýrið er vitanartungur stovnur, hvørs uppgáva m.a. er at veita kunning til stovnar og viðskiftafólk. Av tí at starvsfólkini eru fá í tali, er ikki gjørligt at hava servitan innan øll øki og má stovnurin tí ogna sær hana uttanifrá.

    Høvuðsuppgávurnar hjá skipaeftirlitinum eru hesar:

    • Umsita og útinna lóggávuna, sum nevnd er omanfyri, so sum at skriva út loyvisskjøl og samstarva við vinnuna í hesum sambandi.
    • Eftirlit við at lata byggja og umbyggja skip.
    • Sýna skip, kanna vanlukkur á sjónum o.a.
    • Hava eftirlit við klassafeløgum, sum hava myndugleikagóðkenning at sýna og útgeva loyvisskjøl vegna føroysku myndugleikarnar.
    • Umsita samskiftið við IMO og aðrar avvarðandi altjóða felagsskapir og stovnar.
    • At samstarva um tvørgangandi uppgávur í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.