• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Skerd avgreiðsla vegna Covid-19-smittuvanda

Fyri at verja viðskiftafólk og starvsfólk móti møguligari koronasmittu, skerjir Sjóvinnustýrið kundatænastuna við at einans hava opið millum kl. 10 .00 – 12.00 gerandisdagar. Hetta er galdandi frá mánadegnum, 16. mars og so leingi, ið tilmælini frá myndugleikunum standa við.

Starvsfólk okkara arbeiða heimanífrá, og okkurt virksemi kann væntast at hava longri viðgerðartíð enn vanligt. Tó stremba vit eftir framvegis at veita okkara tænastur, undir hesum vanligar fyrispurningar umvegis teldupost og telefon.

Ring, heldur enn at koma inn á gólvið
Vit mæla fólki frá at koma inn til okkara, uttan so at tey skulu avhenda ella heinta umbiðin skjøl og fáa siglingarbók.

Telefonnummarið hjá Sjóvinnustýrinum er 355600. Vit svara mánadag til fríggjadag frá 9.00 til 15.00, og vit hjálpa og vegleiða fegin í øllum spurningum.

Vit vísa eisini til talgildu skipan okkara, Sjóprógv, har til ber at søkja um sjóvinnubrøv og viðurkenningarprógv, sum vant, og heimasíðu okkara www.fma.fo.