• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

SJÓVINNUFORUM 2020: SHIPPING Í FØROYUM

Aftur í verður skipað fyri vælumtókta tiltakinum, Sjóvinnuforum. Tiltakið verður tann 26. november í Vinnuháskúlanum í Tórshavn.

Í ár er evnið SHIPPING. Umboð úr vinnuni fara at greina og lýsa evnið, og sjóneykan verður sett á almenna sjóvinnupolitikkin. Somuleiðis verður lýst, hvussu shippingvinnan í Føroyum kann vaksa, og hetta verður lýst gjøllari í einum panelkjaki um týdningin av føroysku shippingvinnuni.

Luttakarar á tiltakinum eru: Jens Meinhard Rasmussen (Reiðarafelagið fyri Handilsskip), Álvur Højgaard (Navigare), Bogi P. Nielsen (Faroe Ship), Gunnbjørn Joensen (Svitzer) Øssur Hilduberg (DMAIB), Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Anna Borg Dahl (Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Hans Ellefsen (búskaparfrøðingur), Hans Johannes á Brúgv og Hanus Mikkelsen (Sjóvinnustýrið),).

Í ár verður eitt serliga áhugavert innlegg um Costa Concordia vanlukkuna. Øssur J. Hilduberg, kanningarleiðari hjá Den Maritime Haverikommission, hevur hitt skiparan og hevur gjørt eina umfatandi frágreiðing um vanlukkuna, sum hann kemur at greiða áhoyrarunum frá.

Endamálið við Sjóvinnuforum er framvegis at savna sjófólk til íblástur og kjak, men evnið í ár ger, at fyriskipararnir vóna at síggja eina breiðari áhoyrarafjøld, so sum lóggevarar, fólk í vinnuni og áhugaði annars.

Pláss er fyri 100 áhoyrarum á Vinnuháskúlanum. Vegna Korona er neyðugt at melda seg til tiltakið á facebook-bólkinum Sjóvinnuforum

Tað er Advent Events Management við Ólavi í Geil, sum hevur ábyrgdina av tiltakinum, sum hann skipar fyri vegna Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið, Vinnuháskúlan, Føroya Fiskimannafelag, Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjóvinnustýri/FAS.

Sí skránna her.