• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Paris MoU ger eftirlitsátak um STCW

Concentrated Inspection Campaign (CIC)

Í nýggjasta eftirlitsátakinum hjá IMO, sum er frá 1. september til 30. november 2022, verður dentur lagdur á STCW-sáttmálan. T.v.s. at skjølini hjá manningini eru í lagi. Hesi viðurskifti verða kannaði:

  • Samsvarar manningartalið við manningarskjalið frá flaggstatinum, og lúka skjølini hjá manningini øll STCW-krøv.
  • Er viðurkenningarprógv ella CRA útskrivað til tey av manningini, sum skulu hava hesi skjøl smb. STCW.
  • Hevur øll manningin galdandi heilsuprógv.
  • Samsvara vaktar- og hvílitíðartalvur við krøvini í STCW.

CIC-eftirlitið verður gjørt í sambandi við vanligt havnastatseftirlit. Eitt skip kann einans koma undir CIC-eftirlit um STCW eina ferð í hesum tíðarskeiði.

Les tíðindaskrivið frá Paris MoU her.